VERKFALLIÐ
Hóast royndir frá semingsfólkunum at fáa Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálastýrið og kommunalu arbeiðsgevarafeløgini hinumegin at taka samráðingarnar uppaftur, og at báðir partar siga seg vera til reiðar at sessast aftur við borðið, kunnu vit staðfesta, at langt er ímillum partarnar.
Frá samráðingarleiðaranum hjá kommununum og Fíggjarmálastýrinum, Tummasi Magnussen, hevur Føroya Pedagogfelag fingið at vita, at tænastumenninir í Føroya Pedagogfelag ikki kunnu vera í somu lønartalvu sum hinir limirnir hjá felagnum.
- Vit hava fingið fleiri ymiskar grundgevingar fyri, hví hetta ikki skal lata seg gera, men ein sakførari, vit hava sett okkum í samband við, sigur hinvegin, at hvørki løgfrøði ella teknikkur forða fyri, at tænastumenninir kunnu koma í somu lønartalvu, greiðir Carita Björklund.
Eingi undantøk
Undan semingini fyri trimum vikum síðani, skrivaði Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálastýrið, Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir avtalu, sum segði, at arbeiðast skuldi fram ímóti eini lønartalvu fyri allar limirnar í Føroya Pedagogfelag. Í avtaluni vóru eingi undantøk tikin fyri tænastumenninar í Føroya Pedagogfelag.
- Grundarlagið varð lagt soleiðis, at allir okkara limir kunnu leggjast inn í eina lønartalvu. Nú arbeiðið hjá okkum er liðugt, fáa vit at vita frá mótpartinum, at tænastumenninir kunnu ikki vera í somu lønartalvu. Hesin spurningurin hevur aldri verið viðgjørdur, hóast Tummas Magnussen hevur tikið fyrivarni fyri tænastumonnunum út frá tí sjónarmiði, at um lønarhækkingin til teirra verður ov stór, at hon fer upp um avtalaða karmin. At tænastumenninir ikki kundu koma í lønartalvuna, hevur ongantíð verið nevnt, sigur Carita Björklund.
Føroya Pedagogfelag heldur fast við, at allir teirra limir skulu í eina lønartalvu.
- Vit halda fast við gjørda avtalu, sum er undirskrivað av øllum pørtum. Tað ber ikki til at arbeiða á hendan hátt, fyrst at skjóta seg inn undir tey 12 prosentini, sum mótpartinum segði, at vit fóru upp um, og nú tænastumenninar, sum ongantíð hevur verið viðgjørt. Vit hava tí einki álit á mótpartinum. Fyri okkum sær tað út sum illvilji ímóti okkum, sigur Carita Björklund.
Umhugsa tiltøk
Verkfallið hevur vart í eina góða viku nú. Spurd um, hvat skal til, fyri at Føroya Pedagogfelag kemur aftur til samráðingarborðið, sigur Carita Björklund.
- Vit hava brúk fyri eini ógvuliga góðari grundgeving fyri, at tað ikki ber til at tænastumenninir eru umfataðir av somu lønartalvu sum hinir limirnir. Vísir tað seg soleiðis, at tað ikki ber til, er tað sera harmiligt, at hetta ikki er komið fram fyrr enn nú.
Í gjár varð fundur millum nevndina í Føroya Pedagogfelag og álitisfólkini í felagnum. Eitt mál á skránni var, hvussu tiltøkini í verkfallinum kunnu herðast.
- Tað kann hugsast, at vit taka undantøkini aftur, sum eru givin, sigur Carita Björklund, og sipar til undantøkini, sum eru givin Føroya Barnaheimi, Rókini og øðrum serstovnum, har fólk hava sítt heim.
Tænastumenninir uttanfyri
Samráðingarleiðarin hjá mótpartinum, Tummas Magnussen, vísir aftur tí, sum forkvinna í Føroya Pedagogfelag sigur.
- Tænastumenninir hava aldri verið ein partur av samráðingunum og tí sigur avtalan einki um teir. Áðrenn vit fóru undir semingina, gjørdu vit Pedagogfelagið vart við, at tænastumenninir ikki verða fevndir av lønartalvuni. Saman við lønartalvuni hjá tænastumonnunum er ein eftirlønarskipan, og spurningurin er, hvussu eftirlønin hjá teimum skal útroknast, um lønartalvan hjá teimum verður burtur. Tí eru teir uttanfyri eina lønartalvu, sigur Tummas Magnussen.
At gera eina lønartalvu fyri allar limirnar í Føroya Pedagogfelag, var ikki eitt av upprunakrøvunum hjá Føroya Pedagogfelag. Tað kom ikki fyrr enn partarnir fóru til seming. Tummas Magnussen heldur, at hesin spurningin aldri átti at verið komin uppí samráðingarnar.
- At gera eina lønartalvu er ógvuliga fløkt og umfatandi, og vit søgdu tí beinanvegin, at hetta átti ikki at verða gjørt undir samráðingunum. Tað er als ikki vist, at vit nakrantíð verða samd um eina lønartalvu. Vit skutu tí upp fyri Pedagogfelagnum, at teirra limir fáa somu lønarhækking sum onnur hava fingið, og síðani kunnu vit taka spurningin upp viðvíkjandi lønartalvuni. Men hesum hava tey avvíst.
Tummas Magnussen vísir eisini aftur, at tey hava illvilja ímóti Pedagogfelagnum.
- Hatta er tað reina tvætl. Vit hava alla tíðina víst ein erligan vilja at samráðast.
Hann undrast yvir, at Føroya Pedagogfelag leggur so hart út í verkfallinum við at skerja serstovnar so nógv.
- Alt skal valdast. Tað hevur ikki verið siðvenja, at verkfall skal ganga út yvir heilsuna hjá einstøkum, sigur Tummas Magnussen, sum einki boð uppá, nær hetta verkfallið verður av.