Tað sær út til at standa á jøvnum millum tveir teir størstu flokkarnar í Týsklandi, tann konservativa CDU/CSU og javnaðarflokkin SPD, undan valinum til týska tjóðartingið, Samveldisdagin, í morgin.
Soleiðis hevur SPD mist eitt prosentstig í eini veljarakanning frá Allensbach-stovninum í gjár og stendur nú til at fáa 26 prosent av atkvøðunum.
SPD hevur ligið á odda í seinastu kanningunum, men er nú bara eitt prosentstig framan fyri flokkin hjá samveldiskanslaranum Angelu Merkel, CDU, og systirflokkin CSU, sum standa til 25 prosent.
Flokkurin Tey Grønu, sum hevur mist undirtøku síðani í vár, hækkaði við einum hálvum prosentstigi til 16 prosent sambært kanningini, meðan liberali flokkurin FDP hækkaði við einum prosentstigi til 10,5 prosent.
Innflytaraatfinningarsami frlokkurin Alternative für Deutschland /AfD) hevur eisini mist eitt prosent í seinastu veljarakanningini.
Í hinum endanum á politiska vígvøllinum stendur vinstrasinnaði flokkurin Die Linke til fimm prosent av atkvøðunum.
Tað krevjast minst fimm prosent av atkvøðunum fyri at sleppa inn í tjóðartingið.
Veljarakanningar benda á, at tað framman undan valinum eru nógvir týskarar, sum er ógreiðir í mun til, hvørjum teir skulu atkvøða fyri.
Granskarar hava sett talið av teimum ivandi til 35 prosent.
Tað snýr seg bæði um tey, sum ivast í, hvønn flokk tey velja, og tey, sum ivast í, um tey yvirhøvur fara á val.
Kanningarnar benda eisini á, at tað fer at taka drúgva tíð at skipa eina nýggja stjórn. Tað hevur leingi verið væntað, at tað verður ein samgongustjórn.
Angela Merkel stillar ikki uppaftur á valinum, men verður samveldiskanslari, til nýggj stjórn er skipað.
Meiningakanningin frá Allensbach-stovninum er gjørt frá 16. til 23. september við 1554 spurdum, sum eru umboðandi fyri vaksna fólkið í Týsklandi.
/ritzau/dpa