Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini er ikki trygg við støðuna, tá løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur sett Anfinn V. Hansen, advokat, at kanna leiklutin hjá løgmanni og Kára P. Højgaard, landsstýrismanni. Hetta tí, at fleiri spurningar kunnu setast við trúvirðið hjá kanningarstjóranum.
Nógvir leiklutir
Annfinn V. Hansen hevur nevniliga sitið á Løgtingi eitt skifti sum varamaður fyri Fólkaflokkin.
Hann er eisini formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta, sum var upp á tal at seta pening í Eysturoyartunnilin. Og so førdi Sirið Stenberg eisini fram, at Annfinn V. Hansen er formaður í Gjaldsstovuráðnum og so er spurningurin um hann sostatt er ein partur í fyrisitingini, sum kanningarstjórin ikki skal vera. Staðfest er tó, at hetta ikki ger Annfinn V. Hansen sum part av fyrisitingini.
Sirið Stenberg leggur dent á, at hon kennir ikki kanningarstjóran og hevur onga meining um hann sum løgfrøðing. Men hon heldur, at tað er heilt ómetaliga óheppið, at ivi verður sáddur um trúvirðið hjá kanningarstjóranum, longu áðrenn kanningin er farin ígongd.
Hon staðfestir, at ein orsøk til at Landsstýrismálanevndin vildi hava kanningarstjóra, var fyri at kanna um nakað ólógligt var farið fram.
- Men ætlanin við kanningini var avgjørt eisini at fáa eina óhefta kanning við tí endamáli at endurvinna álitið á politisku skipanina, sum vit føldu, var fokið, hevur Sirið Stenberg sagt við in.fo.
Tí er tað, sambært henni, ógvuliga óheppið, at ivi verður sáddur um trúðvirðið hjá kanninginarstjóranum longu áðrenn kanningin er farin í gongd, tí tá er vandi fyri, at ivi eisini fer at verða sáddur um úrslitið av kanningini, sama, hvat tað verður.
- Og so eru vit aftur í somu støðu, sum vit ætlaðu, at kanningin skuldi sleppa okkum burtur úr, nevniliga, at misálit er á politisku skipanina, hevur Sirið Stenberg sagt.