Oljuboring
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað er av álvara sannleikans tími úti á Brugduleiðini á landgrunninum júst í hesi løtu. Borurin umborð á Stena Don rakti seint í gjárkvøldið við trúkku basaltfláirnar í undirgrundini. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi váttar hesi tíðindi og sigur, at boringin hevur gingið sum ætlað. Tað vóru í gjár 14 dagar síðani, at borururin varð settur í undirgrundina. Tað hevur verið sagt, at basaltið er 1 kilometur tjúkt, men hetta er framvegis óvist. Komandi dagarnir fara at vísa, hvussu hart basaltið er og harvið hvussu skjótt tað verður at bora niður ígjøgnum. Málið hjá Statoilsamtakinum er at bora umleið 3800 metrar. Hetta er fyrsta oljuboring á landgrunninum í trý ár. Sigurð í Jákupsstovu sigur, at nú er bara at vóna, at tað gongst væl at bora gjøgnum basaltið.











