- Seta vit eingi krøv til fólk, er hetta tað sama sum at marka tey sum vónleysarar taparar. Tað sigur Carl August Arge. rúsevnaviðgerari. Eisini hann leggur nú út í kjakið í kjalarvørrinum á, at Tórshavnar Kommuna hevur sett skelti á beinkir í Steinatúni, har tað verður gjørt greitt, at tað er hvørki loyvi at sita og roykja ella drekka á teimum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur við Rás2, at benkurnir eru ikki uppihaldsstað og at tað er ein veruleiki, at benkurnir verða brúktir til annað enn tað, teir eru ætlaðir til, nevniliga til fólk, sum vilja sleppa at hvíla beinini eina løtu.
Og hóast borgarstjórin staðfestir, at skeltini eru galdandi fyri øll, eru tað tey fægstu sum ivast í, at hetta er beinleiðis vent ímóti teimum heimleysu og rúsdrekkamisbrúkarum, sum hava brúkt benkurnar til uppihaldsstað.
Hetta er fallið nógvum fyri bróstið og serliga gjørdi Annlis Bjarkhamar, stigtakari til hjálparfelagsskapin Í Menniskjum góður tokki, fyri bróstið.
- At gera eitt beinleiðis átak mótvegis teimum heimleysu er ósømuligt og óetiskt av kommununi, sigur hon.
Les eisini: Ósømiligt og óetiskt av Tórshavnar Kommunu
Síðani hevur kjakið gingið aftur og fram, men nú fær Tórshavnar Kommuna eisini stuðul frá einum av okkara royndastu rúsevnaviðgerðarum.
- Eg taki fult út undir við kommununi. Roykur, fullskapur og ógvusligur atburður hoyrir als ikki heima á einum so almennum plássi, sigur Carl August Arge, sum hevur verið rúsevnaviðgerari í skjótt 25 ár, á Facebook.
Tað er ein heilt annar spurningur, tá ið sagt verður, at heimleys ongi onnur støð hava at vera í, sigur hann. Men er hetta so, spyr hann eisini. Heimleys, og fleiri av teimum eru alkoholikarar, bundin at rúsevnum og sálarsjúk, skulu sjálvandi hjálpast.
- Og tey hava sanniliga eisini nógv tilboð, bæði viðgerðarheim, tilhald, psykiatriska deild, Herbergið hjá Frelsunarheringum, at tey sleppa at sova um næturnar, bústaðartilboð aftaná viðgerð, sosialhjálp og mangt annað.
- Nógv verða hjálpt, men ongantíð øll. Soleiðis er natúran í teirra sjúkum. Enn duga vit ikki at hjálpa øllum , og læratað kanska ongantíð.
Carl August Arge heldur, at at tað kann aldrin vera meiningin at børn, eldri og nógv onnur, skulu vera bangin fyri at vera í Steinatúni ella á øðrum almennum plássum.
- Nógv eru beinleiðis lívsforskrekt og halda seg heilt burtur. Hvat við teimum?
- Hugsa eisini um at settur verður ein standardur fyri hvussu vit kunnu handfara rúsdrekka, og tann standardurin eigur at vera heilt ørvísi enn tað vit síggja dagliga í Steinatúni og á øðrum almennum støðum, sigur Rúsevnaviðgerarin á Facebook.
- Ein onnur síða av hesum sjúkum, er at summi teirra eru ógvuliga markleys og duga ella vilja als ikki vísa nakað fyrilit fyri øðrum.
- Og tí mugu vit onnur, ella mynduleikarnir, seta nøkur mørk fyri at verja onnur, og eisini "bumsarnar" sjálvar, sum hann kallar teir, hóast honum ikki dámar orðið, men hann hevur einki betri.
Carl August Arge heldur, at vit kunnu ikki bara vísa teim heimleysu vælvild. Onnur eru eisini til, bæði børn og eldri, og eitt ávíst fyrilit má eisini vísast fyri, hvønn standard vit skulu hava í almenna rúminum.
- Tað er heldur einki virðiligt í at finna seg í øllum og ikki seta fólki krøv. At lata vera við at seta krøv til fólk, er í veruleikanum at marka tey sum vónleysir taparar.
- Hvar aðrastaðni síggja tit javnt og samt full og avdottin fólk í busskýlum og aðrastaðni í einum miðbýi?
- Minst til at tað eru onnur til enn hesu. Hvat við bangnum børnum og eldri fólkum? Minst til, at góðtekur samfelagið slíkan atburð, er signalið til komadi ættarlið, at tað er í lagi at handfara rúsdrekka og rúsevni á hendan hátt í almenna rúminum.
- Eg skilji alkoholikaran og veit væl at fólk kunnu koma illa fyri av so mongum orsøkum. Og eg vil avgjørt at tey skulu fáa góða hjálp.
- Og tað er ikki bara at passivt at taka synd í og góðtaka allan atburð. Vit skulu ikki loyva alkoholismuni at seta dágsskrá og standard. Vit eiga at vera betri enn so við alkoholikaran, og okkum øll.
Carl August Arge heldur, at sjálvandi skulu vit góðtaka hvønn annan, men tað merkir ikki at einhvør atburður eigur at verða góðtikin.
- Øll mugu hjartans gjarna vera í Steinatúni. Tað er royking og fyllskapur sum ikki skal vera har, sigur Carl August Arge.
Hvat halda tit. Er tað rætt av Tórshavnar Kommunu at banna royking og drekking á beinkjunum í Steinatúni, ella er hetta at fara út um sømiligt mark??
|