Stella Zachariassen í Smiðjuni

Stella Zachariassen hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggjadegnum 31. januar til og við týsdagin 4. februar.
Stella hevur altíð elskað at tekna og gera onnur kreativ ting. Fyri umleið 14 árum síð­an fór hon at ganga á kvøld­skúla, har hon lærdi at mála hjá Arngerð Joensen.
Stella sigur, at teir flestu av hennara málningum hava eina meining. Henni dámar at brúka nógvar litir, tí litir gera ein hvønn tristan dag ljósari. Hennara málningar strála av gleði, kærleika, friði, troyst og vón.
Ein partur av málning­un­um kallar hon nýggj byrjan og vón, har fara 20 prosent av søluni til hjálpararbeiði í Kenya. Framsýningin er opin frá 15-19.
Stella Zachariassen er frá SriLanka. Hon er gift við Petur Zachariassen, og tey eiga tríggjar døtur.