Í samband við páskastevnuna, sum verður í Oasuni í Hoyvík, fer Stella Zachariassen at hava málningaframsýning í Oasuni á páskum.
Stella Zachariassen hevur haft nógvar málningaframsýningar, og í løtuni hevur hon eisini málningar hangandi umborð á Smyrli.
- Røðina, sum eg havi málað til páskar, kalli eg "Tíðarinnar løtur". Hetta eru hendingar, sum vit fara ígjøgnum í lívinum, sigur Stella Zachariassen.
Framsýningin í Oasuni í Hoyvík verður opin, meðan páskastevnan er.










