Stella stuðlar 20 børnum á Sri Lanka

Í blaðnum fyrradagin hevði Stella Zachariassen eina áhugaverda frágreiðing frá ferð síni í Sri Lanka í farna mánaði.
Eitt av málunum var at finna fram til, hvat hjálpararbeiði føroyingar kunnu vera við í.
-Vit stuðla 20 børnum sum eru rakt av flóðalduni við 100 US$ um mánaðin fyri hvørt barnið. Íalt verður tað so um2000 US$ um mánaðin.
-Hesir pengar eru longu innkomnir og verða sendir hvønn mánað til at stuðla børnunum. Við hesum pengum verður goldið fyri skúla, klæðir, mat, læknaviðgerð, heilivág og annað, sigur Stella Zachariassen.
Samstundis vísir hon á, at teir deyðu kropparnir, sum vóru svartir, var ikki nakað sum tey sóu, tí hetta var jú 2 mánaðir aftaná hendingina. Hetta var tað fólk søgdu teimum, og sum tey hava sæð í myndum ymsastaðni frá.