Á ólavsøku fer Stella Zachariassen at hava málningaframsýning í gomlu hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa í N. Finsensgøtu 31 í Havn.
Framsýningin, sum er rættiliga forvitnislig og fjølbroytt, er opin 27., 28. og 29. juli frá klokkan 14-22.
Stella Zachariassen er av Sri Lanka, men hevur búð í Føroyum í 26 ár og hevur seinastu tíðina málað nógv og hevur havt framsýningar ymsastaðni í Føroyum.
Málningarnir hjá henni eru rættiliga ymiskir, og flestu teirra hava íblástur úr føroysku náttúruni og av tíðum í lívinum hjá menniskjanum.
Við á framsýningini hevur Stella Zachariassen eisini nakrar serligar lutir, sum hon hevur gjørt við steinum.