Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs og peningastovnurin Eik hava skrivað undir 4 ára høvuðsstuðlsavtalu um tónleikakappingina Stella Polaris. Samstarvið millum partarnar hevur verið, síðani kappingin byrjaði í 2014 og heldur nú frram komandi árini.
Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping.
Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum.
Komandi Klassiska Stella Polaris kappingin verður í Norðurlandahúsinum 2. til 4. februar 2017. Klassiskir tónleikarar kunnu melda til frá 1. november til 1. desember.