Í dag kl. 19 verður nýggj sending á Rás2, sum kallast Home and Away og verður á enskum.
Tað verður Stella Zachariassen, sum fer at tosa við persónar úr ymiskum londum um teirra uppliving av Føroyum og um teirra uppvøkstur í heimlandinum. Nógvir útlendingar eru í Føroyum og ikki eru tað allir, sum skilja føroyskt, og tí verða hesar sendingar á enskum.
Fyrsti gesturin er Andrew Shehan úr Sri Lanka.
Sendingin verður í dag klokkan 19, men verður endursend mánamorgunin kl. 11.05.