Stelkur og Bakur inn at landa

Gongst, sum ætlað, koma ísfiskatrolararnir Stelkur og Bakur helst inn at landa í morgin ella hósdagin

Fiskivinna

 

Hendan vikan verður neyvan av teimum heilt stóru á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará.

Í dag landar eingin bátur, men í gjár vóru trý skip inni.

Leirvíkstrolararnir Stjørnan og Polarhav høvdu umleið 320.000 pund tilsamans, harav meginparturin var upsi, og garnabáturin Vesturland hevði eini 12.000 pund av havtasku.

Á Beta vænta tey, at ísfiskatrolararnir Stelkur og Bakur koma inn at landa í morgin ella hósdagin, meðan Heykur, Falkur, Rókur og Lerkur, sum allir eru til fiskiskap, neyvan koma innaftur fyrr enn fyrst í næstu viku.

 

Sløk vika

Hugsandi er, at onkur garnabátur kanska eisini leggur veiðina upp seinni í vikuni.

- Hetta verður neyvan ein vika av teimum heilt stóru hjá okkum, sigur Dánjal Gaardlykke, sum starvast hjá landingarmiðstøðini.