Steinvør og Jákup Joensen diamantbrúdleyp

Í dag kunnu Steinvør og Jákup Joensen í Klaksvík halda teirra diamantbrúdleyp.

Steinvør er dóttur Oluvinu og Heina Heinesen úr Kunoy.

Tey eiga trý børn, Leivur, giftur Áslu við Keldu í Klaksvík, Ingun, gift Martin Jacobsen av Vatnsoyrum og Anna Maria, gift Pól Poulsen frá Ljósá, og Heini, føddur í 51, doyði bert 9 mánaðar gamal.

Abbabørnini eru 6 í tali: Steinvør, Theodor, Jákup, Sigmund, Andrias og Andru, og langommu og langabbadótturin er lítla Rebekka Fonn.

Tey ið kenna hesi hjún, munnu nokk sanna at tú ert millum skilafólk bæði so og so. Hugnalig, sum ein skjótt leggur merki til.

Steinvør, hábærslig og stillfør, ikki við tí stóra orðafloyminum og brýtur ongan av í orðadrátti. Situr inni við lívslangum vísdómi sum hon ongan hug hevur at reypa sær av í mannamúgvu, men kom bara inn á tvímanshond og gev tær tíð, merkir tú skjótt, at her er kvinna ið verd er at dvølja hjá, og tú fert ríkaður avstað og hevur fingið nakað at hugsa um. Hon fylgir væl við, og umsorgan hennara, ikki bert fyri sínum egnu, bæði í viðgongd og mótgongd, er fyrimyndarlig.

Jákup er sonur Malvinu, úr Árnafirði og Jákup Joensen, bónda í Gerðum, Klaksvík.

Best kendur hesi seinastu árini sum Jákup á Ternuni. Hann kundi havt so mong onnur skipanøvn klýggja uppi í sær og ikki bert tað, men mong onnur nøvn úr tindi í sjógv við.

Sum bóndasonur veit hann um alt á bø og í haga. Hvør tók hann aftur á fjalli, á báti, á skipsdekki, í maskinrúminum, á brimplássum og vit kundu blivið við.

Ein fjøllbroyttur maður. Urtagarður hansara hevur ikki bara verið til pynt. Stórt ríkidømi er komið úr honum hesi mongu ár.
Man Jákup ikki mangan hava fingið okkum í Betesda at ført fremstafingur í eygnakrókarnar, tá hann hevur borið sínar takkarbønir fram fyri frelsara sín, sum hann frá barnsbeini hevur tænt við ærufrykt. Nei ikki bert í skemtiløtum hevur hetta borist fyri.

Tað er ikki rúm til meira her. Tað kundi verið skrivað long lívssøga um tykkum.

Hjartaliga til lukku við degnum og havi eina góða samveru saman við tykkara kæru.