Sum Portalurin skrivaði leygardagin, so datt ein steinur undan loftini um fýra tíðina hendan dagin einar 100 metrar inni í norðara enda í Hvalbiartunlinum. Ein persónbilur á veg suðureftir ígjøgnum tunnilin koyrdi á steinin. Eingin fólkaskaði var, men bilurin fekk nakað av skaða.
Landsverk skrivar á heimasíðuni frá økisformanninum hjá Landsverki í Suðuroy, Asbjørn Mortensen, at steinurin, sum datt niður undan loftinum og niður á koyribreytina í norðara enda í Hvalbiartunlinum, er ein umleið 100 kg tungur steinur. Hann greiðir víðari frá, at ein saltbilur hjá Landsverki, sum var úti í sambandi við kavaruddingina leygardagin, beint frammanundan hendingina, hevði koyrt ígjøgnum tunnilin, og tá var einki óvanligt at síggja. Stutt eftir koyrir ein persónbilur norður ígjøgnum tunnilin og á ein stein á koyribreytini.
Fólk hjá Landsverki í Suðuroy komu beinanvegin á staðið og ruddaðu økið og kannaðu loftið í tunlinum. Eingin ábending er um annað leyst tilfar í loftinum, sigur Landsverk á heimasíðuni.