Steinurin var altso ein plastikkposi

Um vikuskiftið fekk Politistøðin í Havn fráboðan frá einum stúrnum bilførara, sum júst hevði koyrt gjøgnum Norðoyatunlinum.

Hann hevði her sæð nakað liggjandi á koyribreytini, og sum hann metti vera grót. Og hetta grótið var uttan iva dottið niður úr loftinum inni í tunlinum.

Ynski hansara var tí at boða løgregluni frá, soleiðis at hon kundi ávara aðrar bilførarar um henda vandan.

Løgreglan var skjót á staðið og fekk kann málið, og um vandi kundi vera fyri, at meiri leyst grót kundi detta niður.

Tíbetur kundi teir staðfesta, at tað var ikki leyst grót ið lá á vegnum, men ein plastikkposi. Hesin hevði slíkan lit, at hann lættliga kundi takast sum grót.

Teir tóku posan við sær, og soleiðis var hetta málið loyst á besta hátt.