Steinur leyp á bil á Veiðareiðisvegnum

Um hálvgum áttatíðina í gjárkvøldið leyp ein stórur steinur á ein bil á Viðareiðisvegnum ? ein maður í bilinum fekk nakað av skaða í høvdið

Tað var maðurin sjálvur, sum boðaði løgregluni frá skaðanum. Hann var í bilinum saman við trý ára gomlu dóttrini, sum sat íbundin á baksetrinum. Tey vóru á veg til hús á Viðareigi.

Kringvarpið skrivar, at maðurin fekk nakað av skaða í høvdið og varð skurslaður í andlitið. Dóttirin fekk ongan skaða. Tey vórðu bæði flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús til kanningar, men eru nú útskrivað aftur. Pápin skal kannast nærri, men hann hevur ikki fingið álvarsligt mein.

Fleiri myndir síggjast í myndatemanum niðanfyri.