Steinum og Fosaa vísa teirra snið fram á Frigg

Á Frigg eru fleiri básar ið bæði selja, og vísa ymiskt fram. Ein teirra ið hevur ein felags bás, eru føroysku sniðini Fosaa og Steinum.

Vit eru her fyri at selja, men eisini at vísa hvørja vørur vit hava. Hvørki vit ella Fossaa hava handil í Danmark, so tað er ein góður máti at reklamera uppá og vísa hvørji vit eru og hvat vit hava, sigur Anna Maria, ið arbeiðir fyri Steinum.

Klæðini hjá Steinum verða bundnar av kvinnum í Ukraina. Hetta er ein partur av einum vælgerandi endamálið, ið skal skapa arbeiði til kvinnur í Ukraina, ið ger tað møguligt hjá kvinnunum at arbeiða heima, so tær kunnu passa síni børn samstundis sum tær kunnu tjena pening.

Síðan Steinum byrjaði hava tey sniðgivið klæðir og turrikløð til kvinnur og menn, men nú hava tey víðka fyritøkuna til eisini at sniðgeva klæðir til børn.

Fossaa ger bæði smykkur, taskur, lummafløskur, vestar og oyraringar. Eyðkenni við teirra sniðið er at alt er betrekt við antin fiskaskræðu ella kópaskinni.

Um nakar vil vita meira um hesi frálíku føroysku sniðini kunnu tey hyggja inn á www.steinum.net og www.facebook.com/fosaadesign