– Tá vit í 1986 sungu um, at alt skuldi verða javnt býtt millum føroyingar, vórðu vit skírdir russiskir agentar og sosialistar.
Tað skrivar Steintór Rasmussen, høvuðsmaður í Frændum, á Facebook, nú boripallurin West Hercules er komin til Føroyar.
– Í dag boykottar vesturheimurin Russland, men føroyska vinnan nýtir gott av marknaðinum í landinum. Tíðirnar eru broyttar, men hava vit fingið eitt frælsari og rættvísari samfelag? So hvat skulu vit í dag halda um føroyingar, Føroyar? spyr Steintór Rasmussen.
Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja kykmyndina til sangin »Føroyingar« hjá Frændum frá 1986.