Fiskiskapur
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Hvalbiartrolarin Steintór er tikin fyri ólógligan fiskiskap á eystara kanti av Munkagrunninum. Brimil kom við Steintóri á Havnina klokkan 10 í morgun.
Brimil kom fram á Steintór í gjárkvøldið, har hann fiskaði upsa.
Tá menn av Brimli fóru umborð at kanna úterðina, vístu kanningar, at hann innan í trolposanum hevði ein annan posa við smærri meskum í. Tí varð Steintór tikin fyri ólógligan fiskiskap.
Teir settu Havnini stevnu um hálvgum tvey, og klokkan 10 komu teir inn á Vestaru Bryggju. Løgreglan tekur sær nú av málinum.