Í kvøld kl.19:30 verður ein áhugaverd kvøldseta á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Nógv spennandi er skránni.
Á skránni er bókaframløga og tveir høvundar vitja.
Kitty May Ellefsen hevur bókaframløgu av nýggju bókini "5 Lyklar".
Steintór Rasmussen framførir tónleik og hevur bókaframløgu av 4. krimiskaldsøguni "Seytjandi Maðurin".
Tónleikaframførsla við Húsaorkestrinum á miðnámsskúlanum og á skránni er eisini ferðafrásøgn frá námsferð.