Í dag klokkan 17 tendrar stóra jólatræið í Vágstúni í Klaksvík, og í ár verður tað Steintór Rasmussen, sum fer at halda røðu við træið. Úr Klaksvík verður annars sagt, at Steintór fer at fáa hópin av børnum at hjálpa sær at tendra træið, og við løtuna fer eisini Klaksvíkar Hornorkestur at seta sín hugnaliga dám á.
Tá træið er tendrað, og røðan er hildin, kunnu fólk keypa sær kaffi og vaflur frá næmingum á Tekniska Skúla, sum seta smá hús upp í Vágstúni til endamálið.
Onnur jólatrø í Norðoyggjum verða tendrað soleiðis:
Á Norðoyri mánkvøldið 6. desember klokkan 19, har Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur, heldur røðu. Her verður eisini boðið til ein kaffimunn aftaná.
Jólatræið í Árnafirði verður tendrað hóskvøldið 9. desember klokkan 16.30, og Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, býráðslimur, heldur røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Jólatræið á Trøllanesi verður eisini tendrað hóskvøldið 9. desember klokkan 18, har Jógvan Skorheim, býráðslimur, heldur røðu.
Enn eitt jólatræ verður tendrað hóskvøldið 9. desember. Tað er jólatræið í Mikladali. Tendrað verður klokkan 19, og aftur her er tað Jógvan Skorheim, býráðslimur, sum fer at halda røðu, og Kaksvíkar Hornorkestur fer at spæla.
Sam siglir av Syðradali klokkan 21 hin 9. desember í sambandi við, at jólatrøini verða tendrað.
Jólatræið í Svínoy verður tendrað 10. desember, um veðrið er til vildar, og Óluva Klettskarð, býráðslimur, fer at halda røðu. Farið verður úr Hvannasundi til Svínoyar klokkan 14.45 og innaftur umleið klokkan 18.