Teir eru nakrir, men ein hin fremsti fyriskiparin av Summar Festivalinum er Steintór Rasmussen. Hann hevur gjørt seg galdandi á føroyska tónleikapalinum síðstu 25 árini sum limur í bólkinum Frændur, hevur sett gongd á og verið við í mongum øðrum verkætlanum og so er hann ímyndin av Summar Festivalinum.
Og tá Dynamitt endaði ársins festival við einum braki, komu mong kend tónleikanøvn á pallin – umframt Steintór –at heiðra hesum undangongumanni, sum fyri stuttum fylti 50 ár.