Hvalbiartrolarin Steintór landaði góð 90 tons eftir seks daga roynd Djúpvatnstrolarin Steintór úr Hvalba hevur gjørt ein rok túr. Steintór fór til fiskiskap seinasta leygardag og landaði millum 90 og 95 tons á Tvøroyri í gjár.
Teir høvdu roynt vesturi á Íslandsrygginum og fingu heilt nógvan tosk og fitt av kongafiski umframt nakað av upsa.Teir fingu millum 1,6 og 1,7 mió. krónur fyri lastina, skrivar Suðurrás.
Delta Seafood á Tvøroyri keypti toskin og upsan. Tað mesta av kongafiskinum varð seldur øðrum, og nakað varð selt á telefonuppboðssøluni.