GULLLAKSUR
Tað var sera óheppið hjá sandoyartrolaranum og tess manning, at skipið skuldi bróta motorin mitt í bestu gulllaksavertíð.
Men tað er ikki alt, tú ert harri yvir, og soleiðis kann tað ganga, tá tað gongur illa.
Herfyri breyt Eysturbúgvin motorin, meðan teir vóru á gulllaksaveiði saman við Vesturbúgvanum úr Vestmanna.
Jóan Petur í Soylu, skipari á Eysturbúgvanum, segði í samrøðu við Sosialin, at skaðin, sum motorurin á Eysturbúgvanum fekk, er so umfatandi, at neyðugt er við nýggjum motori.
Og at skifta motor er ikki bara sum at siga tað.
Jóan Petur í Soylu segði, at tað fer at taka umleið hálvan triðja mánaða, áðrenn Eysturbúgvin verður klárur at loysa aftur, og tá er gulllaksavertíðin av.
Nýggjur makkari
Teir, sum eiga Vesturbúgvan, hava nú funnið sær ein nýggjan makkara til restina av hesi gulllaksavertíðini.
Skipið, sum nú hevur fingið møguleikan at fara á gulllaksaveiði saman við Vesturbúgvanum, er djúpvatnstrolarin Steintór, sum er heimahoyrandi í Hvalba.
Vesturbúgvin og Steintór fóru fyrsta túrin á gulllaksaveiði í vikuskiftinum.
Tað eru seks skip, sum hava loyvi at veiða gulllaks í summarhálvuni. Eins og í fjør, hevur veiðan verið góð í ár, og tá Eysturbúgvin breyt motorin, høvdu teir saman við Vesturbúgvanum gjørt tilsamans níggju túrar við fullari last.
Meðan skaðin á motorin hjá Eysturbúgvanum kemur dátt við hjá teimum 10 monnunum, sum eru knýttir at skipinum, kemur møguleikin hjá Steintóri at veiða gulllaks ivaleyst væl við, nú veiðan hevur verið so góð.