Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 krónur, varð í kvøld latið Steinprenti. Heiðursgávan verður latin onkrum, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Steinprent er listaverkstaður, sum húsast í Østrøm bygninginum í Havn. Steinprent byrjaði sítt virksemi í 1999 í leigaðum hølum á Listasavninum, men í 2009 flutti verkstaðurin í Østrøm á Skálatrøð.
Steinprent hevur rúmlig høli, sum bæði kunnu brúkast til arbeiða við list í og at sýna verk fram. Steinprent verður javnan biðið um at skipa fyri framsýning bæði heima og burturi.
Jan Andersson og Fríða Matras Brekku, sum dríva Steinprent, tóku ímóti heiðursgávuni.