Steinolvur kært Bergleif

Fútin metir skuldsetingarnar móti løgreglufólki so álvarsamar, at talan kann vera um revsiverd viðurskifti

Familjan hjá tí neyðtøkudømda John Petersen hevur latið fútanum kæru um viðferðina tey hava fingið frá ávísum løgreglufólki í sambandi við kanningar undan neyðtøkudóminum. Mogens Nepper Christensen, landfúti, váttar, at kæran kom fútaskrivstovuni í hendi stutt eftir samrøðuna við konu og son John Petersen í Sosialinum.


Upprunaliga var ætlanin, at føroyska lokalnevndin, ið tekur sær av kærum um vánaligan atburð hjá løgreglufólki, skuldi taka støðu til málið. Fútin hevur tó avgjørt, at skuldsetingarnar móti løgreglufólki eru so álvarsamar, at tær ikki koma undir hugtakið, vánligan atburð, men revsiverd viðurskifti.


Ríkisákærin fingið málið


? Kært verður um møguliga revsiverd viðurskifti í løgregluni, og tískil havi eg sent kæruna til ríkisákæran í Keypmannhavn, sigur Mogen Nepper Christensen og staðfestir, at fútin, ið er ovasti myndugleiki løgreglunnar í Føroyum, ikki kann viðgera slíkar ákærur móti løgreglufólki í Føroyum.


Fútin leggur dent á, at onki annað er hent í málinum, enn at ríkisákærin hevur fingið málið. Nær málið verður avgreitt veit hann ikki at siga.


Sonur John Petersen, Steinolvur Petersen, ið hevur undirritað kæruna, hevur fingið skrivligt aftursvar frá fútanum. Í brævinum stendur m.a., at fútin hevur mett kæruna sum »anmeldelse af eventuelt stafbare forhold«, ið hava samband við Bergleif Brimvík, løgreglukommisser.




??????????????????????




Viðgerðin ikki byrjað


Høgni Mohr


Sosialurin royndi at kunna seg um viðgerðina hjá ríkisákæranum í Keypmannahavn. Spurt varð um ríkisákærin er farin undir at viðgera skuldsetingarnar, men á skjalaavgreiðsluni vistu tey ikki um málið. Seinasta brævið, tey høvdu fingið úr Føroyum var komið 4. oktober, og hevði onki samband við hetta málið.


Fútin er fullvísur í at hann hevur sent brævið, sum kanska ikki enn er vorðið skjalført hjá danska ríkisákæranum.


Sosialurin vendir aftur til málið seinni.