Undankappingardysturin ímillum albanska FK Kukesi og pólska Legia Warzawa varð ikki avgreiddur sum ætlað.
Ein keðilig hending tíðliga í seinna hálvleiki gjørdi nevniliga tað, at dysturin ikki varð spældur liðugur. Tað var eftir 51 minuttir, tá ið støðan var 1-2 til pólsku gestirnar, at eitt viðhaldsfólk hjá albanska heimaliðnum ikki gjørdi mætari enn at blaka ein stein eftir einum Legia Warzawa-leikara. Steinurin rakti enntá spælaran, og so sá dómarin seg ikki hava annan møguleika enn at blása dystin av.
Enn er ikki greitt, hvørjar avleiðingar tilburðurin fær fyri albanska Kukesi. Men óivað verður tað alt annað enn ein lin revsing, sum UEFA fer at geva felagnum.










