Steingrim í Grótinum – 90 ár 8. juli

Abbi mín, Steingrím Rasmussen varð føddur 8. juli í 1922. Hann er yngstur av 10 systkjum. Elstur er hin 21 ára gamli Johan, og næstyngst er systurin Kaja, sum er er 6 ár. – Hini systkini eru Sámal, Hannelena, Gitta, Betta, Poul Juel, Frida og Frimod. Barnaríka familjan býr í Grótinum, har foreldrini Jógvan og Magdalena bygdu um aldarskiftið.

Jógvan, kom úr Grótinum á Skipanesi og fylgdi navnið við honum haðani til trøðina og húsini í Klaksvík. Mamman, Magdalena, var úr Uppsølum og er akkurát vorðin 45 ár, tá ið hon eigur Steingrím.

Klaksvíkin er ein býur í rívandi menning eftir at fríhandilin byrjaði ein góðan mansaldur frammanundan. Fólk flyta til í støðugum streymi, tí skipini eru nógv, virksemið er stórt og fleiri eru fyritøkurnar kring vágna. Brúk er fyri virkisfúsum fólki. Eitt sovorðið fólk er Jógvan í Grótinum.

Jógvan hevur smiðju í norðurendanum av húsinum, eigur í sluppunganum Óla Jarnheysi. Hann, er virkin maður í samfelagnum og við í mognum nýbroti í Klaksvík, m.a. er hann høvuðsmaður at fáa bygt svimjihylarnar úti í Grøv, og í 50 ára minningarritinum hjá Klaksviigs Idrætsforening stendur stubbi um krokk-felag, ið varð stovnað í 1904 ...

... tað er tó hvørki Jógvan ella KÍ, sum er høvuðspersónurin her. Men heldur Steingrím, sonurin, ið fylti 90 ár í summar ...

Meðan Steingrím veksur upp, verður nýggjur barnaskúli tikin í nýtslu, elverk verður bygt, og sjálvt í svartastu heimskreppu, tá ið heimskreppan herjar í 30’unum verða havnaviðurskiftini betraði í heimbýnum. Steingrím fer í læru á bedingini, har bróðurin Johan er smiðjumeistari. Johan er í 1936 millum stigtakararnar at stovna tekniskan skúla í Klaksvík.

Undir krígnum fer Steingrim sínar fyrstu túrar til skips. Fyrsti kjansurin hjá honum er sum fýrbøtari umborð á Skálabergi. Eftir kríggið fer hann til Keypmannahavnar og lærir har til maskinist.

Steingrím búsettist sum hinir brøðurnir eisini í Klaksvík eftir lokna útbúgving. Hin næstelsti, Sámal, var útbúgvin stýrimaður, meðan hinir vóru smiðir og maskinmeistarar. Elsta systurin Gitte flutti til Sørvágs. Hannelena til Grimsby. Betta, sum var magistari í enskum, búði størstapartin av lívinum í Havnini. Frida varð tíðliga einkja – hon var skrivstovulærd og listakvinna og búði í Klaksvík. Kaja gjørdist skúlalærari og búði og arbeiddi í heimbýnum.

Fegnast eru vit tó øll um, at Steingrím eitt skifti sigldi við Ternuni, tí har umborð var tað, at tann unga Nancy, sum vaks upp í Havnini, men hevði ættarbond til Suðuroyar, varnaðist flotta, uniformsklædda maskinistin. Tey gjørdust sum vera man góð, og flutti unga parið í 1951 inn í barndómsheim hansara í Grótinum. Mamman, Magdalena var deyð í 1948, og einkjumaðurin Jógvan var nærum 80 ára gamal, so gott hevur verið hjá honum at fáa eitt ungt par í húsið at taka sær av honum og kúnni, hann hevði standandi í kjallaranum. Steingrím og Nancy fingu fimm synir Jón (1951), Alix (1952), Álvur (1954), Páll (1956) og Steintór (1960).

Hin gamli Jógvan doyði sama dag, sum hin ungi Jón fylti seks ár, og stutt eftir hetta verður kúgvin tikin av. Unga ættarliðið hevur jú sínar prioriteringar, og ein kjallarakúgv er ikki teirra millum.

Gott er at búgva í Grótinum, og tí byggja fleiri av systkjunum hjá Steingrími í grannalagnum, so børnini hjá Poul Juel, Kaju, Steingrími og Frimod, ið vóru rættiliga javngomul vuksu meir og minni upp saman og sóust javnan.

Hinvegin kundi vera langt ímillum viðhvørt, at børnini sóu pápa sín, um hann var sjómaður, tí tá vóru teir mangan leingi burtur. Steingrím, sum hevði valt at sigla úti í verðini, var einki undantak í so máta, og kom tað fyri, at hann var burturi 2 ár út í eitt. Gott var hjá honum at vita sær, at meðan hann sigldi úti í verðini, tók Nancy sær av húsi og dreingjum.

Í 1954 byrjaði langfarartíðarskeiðið hjá Steingrími, tá ið hann fyrstu ferð mynstraði hjá Mærsk, og tann 3. december 1956 fer hann við Nelly Mærsk sína fyrstu ferð suður um miðkringin – ekvator – og kemur sjálvur sjókongurin Neptun tá umborð at doypa klaksvíkingin ...

Mitt í 60’unum søkti hann tó heimligi leiðirnar og sigldi við Jóannis Paturson, umframt at hann royndi ymiskt annað. Eitt skifti var hann við hvalabátinum Sumba, men so fór hann aftur í langfararsigling.

Langfararsigling var øðrvísi og spennandi – hann var burturi longri, og hann fekk vitjað støð, sum enn munnu tykjast okkum serlig og forkunnug, sama hvussu globaliseraði vit eru vorðin; Singapore, HongKong, Japan, Suez- og Panamá-veitirnar osfr ...

Á ferðunum heim kom hann eisini at flúgva nakrar ferðir kring knøttin, so júst hvussu langt Steingrím hevur ferðast í lívinum, er ikki so lætt at rokna út, tó at eingin ivi er um, at hann væl hevði klárað bæði til mánan og heimaftur, varð ferðin gjørd í einum ...

Fyrstu árini Steingrím var langfararmaður, bar tó ikki til at flúgva seinasta teinin heim á klettarnar, so ístaðin kom hann til Klaksvíkar við Tjaldrinum, og stóðu tá Nancy og dreingirnir fyri honum á keiini.

Nakrar av longu ferðunum var Nancy við Steingrími, og tað kom fyri, at onkur av dreingjunum var við. Í 1953 var Jón við umborð á Oyrnafjalli. Í 1968 var Álvur við teimum á ferð við Laust Mærsk, og í 1972 slapp Steintór við teimum við Sofie Mærsk.

Stutta skiftið Steingrím var við hvalabátinum Sumba, hevði hann Jón og Alix hjá sær, og sjálvt um báðir vóru ringir í sjóverki, fingu teir annað at hugsa um, tá ið borið var við hval; hendan túrin kom Sumba heim við einum stórum finnhvali.

Steingrím og Páll vóru saman við Nónhamri.

Steingrim og bróðurin Frimod keyptu ein lítlan maskinbát saman. Nógv vóru teir tó burturi, so hesin neyðars bátur slapp at standa somikið leingi í neystinum, at sagt varð, at hann ræddist sjógv, og tí varð hann kallaður Hønan.

Heilt ring mundi Hønan tó ikki roynast teimum, tí mangir vóru túrarnir hon gjørdi, stundum við øðrum beiggjanum umborð, stundum við hinum, men ofta vóru báðir á ferðini eftir høgguslokki, við runddorg ella í grind, og títt hendi tað eisini, at dreingirnir sluppu við.

Ein góð mynd er til av Steingrími umborð á Hønuni. Árið er 1983, farið verður í Árnafjørð eftir høgguslokki. Við á ferðini er abbasonurin Ragnar, ið stúrdi meiri fyri at skula koyra heimaftur gjøgnum smala tunnilin, enn hann gjørdi fyri sjaskuta veðrinum hendan dagin ...

Í 1979 gavst Steingrím at sigla úti. Eitt tíðarskeið arbeiddi hann á Snørisvirkinum, men so fór hann til skips aftur, og var við Nónhamri til 1988.

Steingrím var sera fegin um, at hann, tá ið hann var farin í land av Nónhamri, kundi halda fram sum vaktsmaður á skipunum hjá Kjølbro. Her fekk hann sum eyka viðbót ein túr við Skálabergi til Grimsby í 1994, har hann fekk vitjað systur sína Hannulenu og hennara familju. Við honum á hesari ferðini vóru Jón og abbasonurin Jógvan Steingrím.

Sum uppilagstur sjómaður og vaktsmaður hevði Steingrím enn stóran virkishug, og fór hann at velta bøin omanfyri húsini. Hetta var hugaligt at eygleiða, og nógv høvdu tað á orði.

Í 1999 varð Steingrim raktur av heilabløðing, og er hann nú partvíst lamin í høgru síðu – serliga hondin er meint rakt, og hann hevur trupult at tosa; men annars er heilsan enn rættiliga góð.

Á Ólavsøku 2001 hildu Steingrím og Nancy gullbrúdleyp á hotelli í Havn, har synirnir og teirra makar og børn øll vóru savnaði til eina sera hugnaliga løtu við góðum røðum, sangi og skemtiligum søgum frá einum ríkum lívi á sjógvi og landi.

7. juli 2007 skipaðu eftirkomararnir hjá Jógvani og Magdalenu fyri ættarveitslu, og vóru Steingrím og Nancy sjálvsagdir heiðursgestir hesa løtuna. Steingrím er tá hin seinasti eftir av teimum 10 systkjunum.

Lívið er tó ikki altíð so lætt, og í januar 2010 druknaði næstyngsti sonurin Páll.

Steingrím og Nancy hildu diamantbrúdleyp 28. juli 2011. Dagurin var hildin í húsinum hjá Steintór og Jóngerð.

Í ár 8. juli fylti Steingrim 90 ár. Dagurin varð hildin bæði í Bøgøtu og úti í Grótinum.
Steingrim býr nú á heiminum í Bøgøtu. Beinini eru veik, og tó, at høgra hond er nakað lamin, og trupult er at tosa, er hann við í øllum og hevur áhuga í tí, sum fyriferst í Klaksvík, í familjuni og samfelagnum annars; men best dámar honum tó, tá ið drekkað er skonkt í krússið, karamellurnar eru komnar í skálina og talvið er tikið fram ...

... jú víst er hugnaligt at koma framvið í Bøgøtu og síggja, hvussu væl starvsfólkini har, hóast trongar umstøður, megna at fjálga um og gera tað gott hjá tykkum gomlu.

Góði abbi,
eg vil bert við hesum enn einaferð takka fyri og ynskja tær hjartaliga tillukku.
-----
Bergur