Myndugleikarnir gera bart: Steingja vegin í allan vetur

Tað er nógv fyri bara tí at onkrir idiotar ikki duga at koyra har, sigur bilførari, sum brúkar hann javnan

Tað eru ávís vegastrekki sum eru serliga ring at koyra eftir, tá ið veðrið er ringt um veturin. Eitt av hesum vegastrekkjum er vegurin um Eiðisskarð og nú eru Landsverk, og løgreglan, samd um, bara at steingja vegin í allan vetur.

 

Landsverk boðar frá, at sostatt verður vegurin um Eiðisskarð stongdur fyri allari ferðslu til 1. mai. Einasta ferðslan, sum verður loyvd í vetur, eru bilar hjá vitatænastuni og seyðamenn.

 

Landsverk sigur, at tíverri er tað hent fleiri ferðir, at bæði persónbilar og bussar hava rent seg fastar í kavanum og í hálkuni. Og tað hendur, hóast ávaringarskelti, vísir, at vegurin verður ikki ruddaður fyri kava. So nú verður eisini skelti sett upp, ið merkir tað er eingin gjøgnumkoyring.

 

Landsverk sigur, at vegurin er einsporaður og kann vera vandamikil at koyra á, tá ið hann ikki verður saltaður og ruddaður fyri kava. Hendir eitt ferðsluóhapp, er tað sera torført at koma fólki til hjálpar, tí tað er so smalt og so arbeiðsumstøður hjá Landsverki og hjálparfólki, eru vánaligar.

 

Men samstundis eru tað nógv fólk, sum vilja koyra hendan vegin tí tað er so vakurt og tí meta Landsverk og løgreglan tað vera alneyðugt at steingja vegin um Eiðisskarð um veturin.

 

Men tað eru ikki øll, sum eru samd í tí, Sofus, Debes Johannesen frá Gjógv koyrir javnan um. Eiðisskarð og hann heldur, at tað er nógv fyri, at landsverk og politiið steingja vegin um Eiðisskarð í meira enn hálvt ár, bara tí onkrir idiotar ikki duga at koyra har, sum hann tekur til,

 

– Vit sum koyra har dagliga, kenna vegin og koyra eftir umstøðunum, og tí eiga vit sjálvandi at kunna koyra har. Vit vita eisini, nær koyrandi er, og um ivamál er, fara vit umvegis Funnigsfjørð, sigur hann.

 

Men nú hava myndugleikarnir í Havn, og donsku myndugleikarnir, bara stongt vegin á skriviborðinum fyri øllum ein stóran part av árinum, hóast har er væl koyrandi meginpartin av tíðini sigur Sofus Debes Johannesen.

 

Hann sigur, at hetta merkir, at nú verður 20 - 25 minuttir longri at koyra ímillum Gjógv og Eiði enn tað er at koyra um Eiðisskarð.