Sørvágs kommuna skrivar, at sett verður út frá parkeringsplássinum við Breiðá og yvir til alibrúkið framvið Múlanum
Smoltslangan er væl merkt við reyðum boyum/ blinkljósum pr. hvørjar 100 metrar.
Byrjað verður sunnudagin 2. mars 2025 og arbeiðið heldur fram til og við hósdagin6. mars 2025, í hesum tíðarskeiði er fjørðurin avsperraður.
Vísandi til kort, so kunnu smábátar sigla innanfyri alibrúkini, sum liggja framvið Múlanum.
Ein bátur frá Hiddenfjord kemur at liggja á fjørðinum, meðan fjørðurin er avsperraður.
Eru ivamál kann ringjast á tlf. 289152 ella 230415











