Steingja í minst tvær vikur

Nú verður farið undir at gera neyðugar umvælingar í svimjihøllini í Gundadali. Vegna umvælingarnar er svimjihøllin stongd allan dagin frá mánadegnum 9. apríl, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Umvælingin fer at taka einar 14 dagar ella longri. Tórshavnar kommuna sigur, at boðað verður frá, tá svimjihøllin letur upp aftur.

 

- Tá ið svimjihøllin letur uppaftur, eru gomlu skiftiskápini skift út og nýggj snotilig skáp eru sett upp. Harumframt verða eisini gjørdar ymiskar tekniskar ábøtur, skrivar kommunan.