Eftir ætlan skuldi sesongin hjá føroysku matstovuni KOKS enda 1. november, men nú er avgjørt, at lata dyrnar verða opnar nakrar vikur aftrat. Tað skrivar facebook-síðan Meira av tí góða, ið eins og KOKS er partur av Gist&Vist samtakinum.
- KOKS hevur verið fullsett, síðani dyrnar lótu upp í søguligu húsunum frammi við Gjónna í apríl. Eftir ætlan skuldi sesongin enda 1. november, men vegna ovurstóra áhugan er avgjørt at leingja við einum mánaði til 1. desember, skrivar Meira av tí góða á Facebook.
Fyrsta føroyska michelin-matstovan hevur hildið til í Húsinum fram við Gjónna síðan apríl í ár. Matstovan hevur seinnu árini vunnið fleiri norðurlendskar virðislønir fyri sína matgerð, og so seint sum í juni bleiv matstovan kosin til besta matstova í Norðurlondum í kappingini The Nordic Prize.
Les eisini: KOKS er ársins matstova í Norðurlondum









