Nógvu innbrotini síðstu vikuna í føroyskum kirkjum fær nú avleiðingar. Í dag hevur skrivstovan hjá dómpróstinum heitt á øll kirkjuráð um at steingja kirkjurnar og tøma bússurnar, so ongin tøkur peningur er í kirkjunum longur. Tað upplýsir Uni Næs, dómpróstur, fyri in.fo.
- Vit hava ringt til øll kirkjuráðini í dag og heitt á tey, um at tøma allar bússurnar og steingja kirkjurnar. Tað hevur annars verið siðvenja í nøkrum bygdum, at kirkjurnar standa opnar, sigur Uni Næs.
Boðað hevur verið frá stuldri í fimm ymiskum kirkjum í landinum, í Tjørnuvík, Norðskála, Sandavági, Hvannasundi og Miðvági. Tað harmar dómpróstin almikið, at kirkjurnar ikki fáa frið.
- Talan er um eitt politimál, so eg havi ikki so nógv at siga. Men tað er ógvuliga harmiligt, at kirkjurnar ikki fáa frið, og at tað nú er neyðugt at steingja tær.