Steingja kassan í Klaksvík og í Saltangará

BankNordik letur nú tvær kassaavgreiðslur aftur

 

Nú fer ikki longur at bera til at seta pengar inn á kontu, ella at taka pengar út í deildunum hjá BankNordik í Saltangará og í Klaksvík.

 

BankNordik boðar nú frá, at tann 1. apríl lata kassaavgreiðslurnar í deildunum hjá bankanum í Klaksvík og í Saltangará, aftur

 

Bankin sigur, at atferðin hjá viðskiftafólkinum er nógv broytt seinnu árini.

 

Í hesum sambandi brúka alsamt fleiri viðskiftafólk nýggju møguleikarnar fyri at avgreiða síni viðurskifti heimanífrá.

 

Fyri einum ári síðani tillagaði BankNordik virksemið sítt í samsvar við hetta, tá ið kassaavgreiðslurnar á Tvøroyri, á Sandi og í Miðvági, vórðu latnar aftur.

 

- Eitt ár er nú liðið, síðani kassarnir lótu aftur, og royndirnar hava verið góðar, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik á heimasíðuni hjá bankanum.

 

Hann sigur, at viðskiftafólkini hava í enn størri mun tikið Netbanka, gjaldskortini og Netbankan á snildfonini, til sín.

 

- Tí hava vit góðar vónir um, at tað eisini fer at gangast væl, tá ið kassarnir á deildunum í Klaksvík og Saltangará lata aftur 1. apríl, sigur John Rajani

 

Seinasti dagur kassaavgreiðslurnar á deildunum í Saltangará og Klaksvík eru opnar, verður 31. mars.

 

- Eftir hetta halda deildirnar fram sum ráðgevingardeildirm sigur stjórin.

 

Les eisini: Skulu rinda fyri at hava kontu í bankanum