Steingið gongugøtuna fyri bilum

Endiliga er tað kanska møgiligt at fáa ”gongugøtuna" til gongugøtu. Hurrá fyri tí!

Duga tey handlandi ikki at síggja, hvussu kundarnir koma at "streyma" til miðbýin, um tað veruliga varð ein gongugøta, tí í løtuni er ikki gangandi fyri bilum.

Hugsa nú, várið er komið, vónandi kemur meira lýðka, so kundi tað verið nógv meira lív í gongug, har kundi smá borð og básar ella annað staðið, har sum bilar nú standa og koyra.

Tað er bert annar hugburður, ið skal til, so fólk kundu tikið bussin, ella tey sum búgva nærhendis spáka sær ein túr.

Tey, ið koma av bygd, eru sjálvandi noydd at koyra onkusvegna, har kundi verið gjørt parkeringspláss uttan fyri Havnina,og bussar kundi so koyrt.

Eisini kundi verið hugsað um at gjørt eina Tunnil (nú tað er so populært) kanska undir Skálatrøð, men tað mugu teir sakkønu vita betri, ella onkra aðra staðni.

Havnin kann ikki taka ímóti fleiri bilum, serliga um fleiri tunnlar koma, sum talan er um.

Kann ikki ætla, hvussu stuttligt tað verður at vera turistur.

Gerið gongugøtuna frá Kongabrúnni og til Sjónleikarahúsið.

Eisini framvið F. K. í miðbýnum.