Steindeytt í býnum í nátt

Einki fólk hevur verið í býnum

Løgreglan sigur, at tað hevur verið at kalla stendeytt í býnum í nátt. Tey siga, at eftir tí tey vita, fylgdu skeinkistøðini koronu-tilmælunum og lótu aftur klokkan 23 og sum heild var lítið og einki av fólki í býnum.

 

Løgreglan sigur, at tað sær út til, at tær veitslur, sum hava verið, hava verið heima hjá fólki, og fólk hava hildið seg heima.