Steinbjørn heirðaður á 60 ára degnum

Klingran í Norðurlandahúsinum var fullsett leygardagin, tá Rithøvundafelagið skipaði fyri hátíðarhaldi í sambandi við at Steinbjørn B. Jacobsen fylti 60 ár

Eini 150 fólk nýtti høvi at verða hjástødd, tá Rithøvundafelagið heirðaði ein av limum felagsins.

Lydia Didriksen, formaður í felagnum, bjóðaði vælkomin. Síðani bar Jóanes Nielsen, rithøvundur, fram eina heilsan frá Rithøvundafelagnum, sum vit prenta á næstu síðu.

Eyðun Johannesen, leikstjóri, sum hevur arbeitt nógv saman við Steinbjørn B. Jacobsen, var komin heim at heirða vinmannin.

Hann hugleiddi m.a. um Steinbjørn B. Jacobsen og eina ferð teir báðir høvdu verið í Reykjavík í 1975, tá sjónleikurin ?Skipið³ eftir Steinbjørn, varð framført í Íslandi.

Upplestur av yrkingum eftir føðingardagsbarnið framførdu Margreta Næss, Pól Joensen, Elin Mouritsen og Jákup Zahle.

Í samband við hátíðarhaldið, hevur Pauli í Sandagerði sett tónleik til fýra yrkingar eftir Steinbjørn B. Jacobsen, sum eitt gentukór í Eysturskúlanum framførdu.

Malan Thomsen framførdi eisini nakrar sangir, og Finnur Hansen skipaði fyri undirspælinum, eins og Hanus Johansen framførdi.

At enda handaði Árni Dahl, fyri forlagið ?Fannir³, Steinbjørn B. Jacobsen eitt eintak av nýggja savninum ?Tinna og Tám³, sum er heildarsavn av yrkingum o.ø., sum Steinbjørn B. Jacobsen hevur greitt úr hondum.