Fokus kemur á hitt nýskapandi og kreativa arbeisumhvørvi í Sparikassanum, nú ein Human Resources-mennari verður settur í starv í fyritøkuni.
Steinbjørn Hardlei er ein gamal kenningur í Sparikassanum, har hann áður hevur verið starvsfólkaleiari.
Seinastu tvey árini hevur Steinbjørn lisið kandidatlesna í virkisbúskapi, cand.oecon., sum fjarlesandi við Århus Universitet. Samstundis hevur hann rikið rágevingarfyritøkuna Hugin spf., ið m.a. hevur fingist vi at hjálpa føroyskum fyritøkum og stovnum á HR-økinum.