Steinbjørn setti kommunulógina til viks

Notat frá Løgmansskrivstovuni kemur til ta niðurstøðu, at borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, setti kommunustýrislógina til viks, tá hann setti pengar í týska íløgufelagið Phoenix. Klaksvíkar kommuna misti eina millión krónur, tá felagið fór á heysin fyrr í ár

Tá tað fyri nøkrum mánaðum síðani kom fram, at týska íløgufelagið Phoenix var farið á heysin, var Klaksvíkar kommuna skjót at boða frá, at hon hevði sett eina millión í felagið, og at hesin peningur var mistur.
Síðani kom løgmansskrivstovan inn í málið, og hon lat tann 27. juni eitt løgfrøðiligt notat úr hondum.
Og niðurstøðan er greið: Steinbjørn O. Jacobsen hevur ikki fyrisitið peningin, sum hann skal sambært kommunustýrislógini.

Løgmaður eigur næsta leik
Nú er notatið sent norður til Klaksvíkar, har borgarstjórin og umsiting hansara skulu gera viðmerkingar til málið. Borgarstjórin fer óivað at senda málið til sín advokat, áðrenn hann gevur løgmanni sítt aftursvar.
Tá løgmaður hevur fingið aftursvar frá borgarstjóranum í Klaksvík, skal hann taka støðu til, hvat víðari skal henda í málinum.
Notatið viðgerð eisini møguleikarnar, ið løgmaður hevur í málinum. Hann kann í fyrsta lagi bert geva borgarstjóranum í Klaksvík eina átalu fyri at hava brotið lógina. Í øðrum lagi kann hann melda Steinbjørn Jacobsen, av tí at formliga bendir alt á, at talan er um lógarbrot. Í triðja lagi kann hann stevna borgarstjóranum vegna Klaksvíkar kommunu. Sambært kommunustýrislógini kann løgmaður stevna borgarstjóranum, um hann ber ábyrgd av, at kommunan hevur verið fyri missi.
Mest sannlíkt er at løgmaður fer at nýta fyrsta møguleikan. Hinir báðir møguleikarnir, at melda til fútan ella at stevna vegna Klaksvíkar kommunu, eru rættiliga víðgongdir.
Í sambandi við revsimál kann fútin bert reisa ákæru, um ein áheitan frá løgmanni fyriliggur.

Kendi vágan
Eingin ivi er um, at borgarstjórin kendi til vágan, tá hann setti peningin í týska íløgufelagið. Hetta stendur greitt í upplýsandi tilfarinum, sum íleggjarar fáa í hendi.
Hinvegin hevur borgarstjórin handlað í góðari trúgv, og hann hevur framt íløgurnar fyri at økja um ognirnar hjá kommununi.
Hann kann eisini vísa á, at íløgufelagið var undir eftirliti av bæði tí danska og tí týska fíggjareftirlitinum. Harumframt hevur grannskoðarin ikki gjørt nakra viðmerking til íløguna í roknskapinum.
Tann sannroynd, at borgarstjórin handlaði í góðari trúgv, hevur tó onga ávirkan á metingina, hvørt hann hevur brotið lógina ella ikki.
Støða til spurningin um endurgjald kann ikki takast, tí at tapið ikki er uppgjørt og tí er ógreitt, um kommunan fær nakran pening aftur úr týskum trygdargrunnum.
Eitt, sum talar ímóti at stevna borgarstjóran fyri endurgjald, er, at tapið ikki er ein avleiðing av vanligum keyps- og søluvirksemi, men av óreglusemi í virkseminum hjá leiðslu felagsins, og hetta kann borgarstjórin ikki vita, tá hann setir pening í felagið.

Bakgrund
Bakgrundin fyri málinum er, at Klaksvíkar kommuna í tveimum umførum setti pening í týska íløgufelagið Phoenix Kapitaldienst Gmbh.
Fyrru ferð var tann 23. mai 2002, tá kommunan setti 160.000 krónur í felagið. Seinnu ferð var tann 25. juli í 2003, tá kommunan setti aðrar 840.000 krónur í Phoenix.
Notatið staðfestir, at sáttmálarnir eru undirskrivaðir av borgarstjóranum og býráðsskrivaranum, men at ?eingin formlig samtykt er gjørd í býráðnum ella í fíggjarnevndini sum heimilar sáttmálanum?.
Víðari verður sagt, at sambært borgarstjóranum ?er mest sannlíkt, at fíggjarnevndin er kunnað á fundum 22. mai 2002 og 18. juni 2003?. Hetta sigur borgarstjórin í skrivi til løgmansskrivstovuna tann 26. mai í ár.
Klaksvíkar kommuna hevur eina fíggjarlóg áljóðandi góðar 110 milliónir hvørt ár. Tann eina milliónin er tí minni enn eitt prosent av samlaðu fíggjarlógini hjá kommununi, og tað er møguliga orsøkin til, at hetta málið onga veruliga málsviðgerð hevur fingið í fíggjarnevndini. Alt bendir á, at málið um íløgurnar hevur verið viðgjørt sum eitt umsitingarligt mál.
Hinir býráðslimirnir vóru hinvegin als ikki kunnaðir um, at borgarstjórin hevði gjørt hesar íløgur, og fingu ikki boðini fyrr enn Phoenix málið av álvara fór á rull fyrr í ár.
Hóast peningaupphæddin ikki koppar kommunukassanum, er hetta hinvegin eitt prinsipielt mál um heimildir borgarstjórans at gera íløgur í slík íløgufeløg, ið lova høga rentu, uttan at kunna alt býráðið um íløguna.
Steinbjørn O. Jacobsen vil ikki gera viðmerkingar til málið enn. Sosialurin hevur tosað við fleiri av býráðslimunum, men teir vóru allir sera fáorðaðir um málið.
Nú verður bíðað eftir, hvat løgmaður fer at gera, tá hann hevur fingið viðmerkingar frá borgarstjóranum í Klaksvík.