Steinbjørn sera fegin um avtalu

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn O. Jacobsen, er sera fegin um lániavtaluna, sum tað hevur eydnast kommununi at fáa í lag við LÍV. – Eg misti ongantíð vónina um, at hetta fór at eydnast, sigur hann

Klaksvík

 

- Eg eri ógvuliga fegin um hesa loysnina, sum merkir, at vit nú - umframt at klára okkara skyldur – eisini hava fingið stabilan likviditet.

Tað segði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, tá vit hittu hann eftir undirskrivingina av avtaluni.

- Eg havi alla tíðina sagt, at vit høvdu aðrar alternativar møguleikar at fáa henda peningin til vega. Vit gjørdu tó av fyrst at royna bankar og sparikassa, men allir sýttu. Og tó – so misti eg ongantíð trúnna á, at okkum fór at eydnast at fáa fíggjarligu viðurskiftini og likviditetin hjá kommununi upp á pláss.

 

Gekk skjótt

Steinbjørn sigur, at kommunan vendi sær til LÍV týsdagin í seinastu viku, og longu fríggjadagin svaraði LÍV, at tey vildu læna kommununi tær 20 miljónir krónurnar.

Borgarstjórin sigur, at kommunan ongantíð søkti Suðuroyar Sparikassa um lán, tí kommunan metti, at 20 miljónir krónur er nógvur peningur hjá einum lutfalsliga lítlum peningastovni.

- Men eg undri meg framvegis yvir, at eingin av hinum lánistovnunum vildi veita okkum hesa fígging – og heldur ikki Norðoya Sparikassi. Spurningurin er so, hvussu nógvan pening stovnarnir hava til at læta út í løtuni. Hetta er nú farið; tað er lagt aftur um, og eg eri sera fegin um avtaluna við LÍV.

 

Ávirkaði valið

Steinbjørn O. Jacobsen ásannar, at tann tá óloysti likviditeturin hjá kommununi ávirkaði kommunuvalið – ikki minst fyri seg sjálvan sum tann, ið hevði høvuðsábyrgdina av kommununi og fíggjarviðurskiftum hennara.

- Høvdu vit havt loyst hetta málið fyri kommunuvalið, hevði støðan helst verið ein heilt onnur, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu.