Tvey avboð eru komin til U21-landsliðið undan dystinum móti Finnlandi, sum verður á Svangaskarði fríggjadagin 8. juni klokkan 17:00
Hópurin hevði sína fyrstu venjing mánakvøldið, og tá gjørdist greitt, at U21-venjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen, mugu síggja burtur frá Erlendi Magnusson og Bjarni Petersen til dystin móti finnum.
Spælararnir hjá B36 eru so mikið skaddir, at mett verður, at teir ikki verða tøkir til landsdyst fríggjadagin. Í staðin hava U21-venjararnir úttikið Steinbjørn Olsen úr KÍ, og Pætur Petersen úr EB/Streymi.
Ókeypis atgongd er til U21-landsdystin millum Føroyar og Finnland, sum verður á Svangaskarði. Rás2 sigur frá dystinum.










