Meirlutin í Klaksvík telur ein færri lim enn upprunaliga ætlanin var.
Steinbjørn O. Jacobsen er ikki partur av samráðingunum longur. Líkt er til, at einasta umboðið hjá Tjóðveldi, ikki er ynsktur av Javnaðarflokkinum í býráðnum.
Tað ljóðar, at stríð hevur verið um nevndarsessin í SEV. Javnaðarflokkurin vildi ikki verða við, at lata Tjóðveldi ein formanssess og nevndarsess í SEV.
Steinbjørn O. Jacobsen hevur viðmerkt, at hann hevur bert hildið seg til avtaluna og einki annað.
Tískil telur meirlutin í Klaksvík nú seks limir heldur enn sjey.