Steinbjørn ikki á listanum

Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, er ikki á uppstillingarlistanum hjá Norðoya Tjóðveldisfelag. Norðoya Tjóðveldisfelag hevur havt tveir uppstillingarfundir til løgtingsvalið næsta ár, og enn er bporgarstjórin ikki á listanum.

-Vit hava roynt at tosað við hann, men hann hevur einki sagt um, hvørjar politiskar ætlanir hann hevur, og vit blanda okkum heldur ikki upp í hansara ætlanir, sigur Signy Hansen, forkvinna í Norðoya Tjóðveldisfelag, við Norðlýsið.

Norðlýsið skrivar, at Steinbjørn O. Jacobsen hevur verið ein av teimum stóru stuðlunum hjá Karsten Hansen, sum vegna 266b málið segði seg úr Tjóðveldisflokkinum fyrr í ár og fór upp í Miðflokkin.

Hinvegin váttar Signy Hansen, at fyrrverandi løgtingsmaðurin Heini O. Heinesen er komin á listan til næsta val.