Mikumorgunin letur nýggi terminalurin í Steinatúni upp, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Seinastu tíðina hevur umfatandi byggiarbeiðið verið í miðbýnum, í samband við at Tórshavnar kommuna hevur gjørt nýggjan bussterminal í Steinatúni. Ferðslan hevur verið nógv darvað og mong vóru tey, sum harmaðust, at gomlu trøini, ið stóðu millum gomlu bussskýlini og bankabygningin máttu takast.
Spenningurin hevur alla tíðina verið, um nú arbeiðið mundi gerast liðugt áðrenn ólavsøku, og nú er líkt til, at so verður. Tórshavnar kommuna bjóðar í øllum førum til móttøku í terminalinum mikumorgunin klokkan 10, í samband við at hann verður alment tikin í nýtslu. Visit Tórshavn, sum er eitt av feløgunum, sum skal halda til í gamla bankabygninginum, flytur inn beinanvegin. Í hesum sambandi verður framsýningin Kongaligar vitjanir í Havn frá 1844 til 2016, at síggja. Framsýningin var sett upp í Reinsarínum í samband við, at hennara hátign, Margreta, drotning, vitjaði í Føroyum í juni.
Gómagott skal lata kafe og sjokolátarí upp í bankabygninginum, men tað verður væntandi í septembur, sigur Kirstin Hammer við in.fo. Enn er ikki greitt, nær Tjaldurs Apotek, sum eisini skal vera har, letur upp.