Steinar raplaðu yvir ferðafólk

Ein spaniumaður og ein breti lótu lív, tá tað leyp úr berginum við eina baðistrond á frítíðaroynni Tenerifa í dag. Í minsta lagi tvey fólk lótu lív, tá steinar raplaðu niðuryvir ferðafólk á eini baðistrond á frítíðaroynni Tenerifa á Grand Kanaria í dag. Onnur tvey ferðafólk kunnu vera endað undir grótrúgvuni, sum stóðst av omanlopinum.

Hendingin fór fram í býnum Playa de los Gigantes um 16-tíðina lokala tíð í dag.

Býurin er umtóktur millum ferðafólk úr Norðurevropa.

Tey tvey fólkini, sum eru funnin deyð, eru ein 34 ára gamal spaniumaður og ein 55 ára gamal breti.

Tað er lokalavísin, La Opinion de Ternerife, sum ber tíðindini um hendingina.

Eini 150 bjargingarfólk eru við í upprunningararbeiðnum.

Sum skilst, eru nógvir norðurlendingar í økinum, men sambært fjølmiðlum bendir einki á, at fólk eru saknað.