Steinar duttu úr brimgarðinum í Sørvági

Nógvi sjógangurin í Sørvági í gjár hevur tikið steinar burtur úr brimgarðinum við innsiglingina til bátahylin.

 

Aldan var stór vestan fyri í gjár, og ógvusligur sjógangur var inn eftir Sørvágsfirði, har Niðarivegur partvís lá undir í sjógvi, tá fyllingar komu.

 

Í dag hevur Sørvágs kommuna eina áheitan á allar bátaeigarar um at ansa sær, um siglt verður út og inn í bátahylinum í bygdini.

 

- Í samband við illveðrið og nógva sjógangin í gjár, duttu steinar burtur úr brimgarðinum við innsiglingina til bátahylin, sigur kommunan.

 

Í gjár heitti Sørvágs kommuna eisini á fólk um ikki at koyra - ei heldur at ganga - á Niðaravegi í Sørvági, har sjógvur legði upp um, tá fyllingar komu.