Tann kendi norski hondbóltsmálmaðurin Steinar Ege hevur gjørt av at gevast. Steinar Ege er 40 ára gamal og hevur spælt á ovastu rók í altjóða hondbólti í 20 ár.
Seinasta felagið, sum Steinar Ege spældi við, var AG København, men eins og hinir spælararnir misti hann arbeiðið, tá felagið fór av knóranum í summar.
Steinar Ege gavst sum landsliðsmálmaður undan tí seinasta EM-endaspælinum. Hann hevur vart norska málið í mong ár og í nógvum dystum, og í HM-kappingini í 2005 varð hann kosin tann besti málmaðurin.