Ovastin fyri dómsvaldinum í Iran sigur, at landsins dómstólar hava fingið boð um at gevast við at døma fólk til deyða við steining.
Tíðindini vórðu borin í iranska sjónvarpinum í gjár, og har varð sagt, at ovastin fyri dómsvaldinum hevði kunnað uttanríkiskommiserin hjá ES, Chris Patten, um avgerðina. Patten var fyrr í vikuni á vitjan í Teheran, men sjálvur sigur hann, at tað bar ikki til at fáa at vita, um avgerðin at steðga deyðarevsing við steining er fyribils, ella um hon verður varandi.
Chris Patten fekk heldur ikki at vita, hvør revsing kemur ístaðin fyri steining.