Stein Bagger komin til Danmarkar

Stein Bagger, sum er skulkdsettur fyri at hava svikað fyri umleið eina milliard krónur, kom í morgun úr USA til Danmarkar

Eftir at hava sitið átta dagar í fongsli í Los Angeles kom danski vinnulívsmaðurin Stein Bagger við flogfari til Kastrup í morgun. Haðani fór hann til grundlógaravhoyring í Lyngby, og síðani skuldi hann til avhoyringar hjá bakmansløgregluni.

Fyrrverandi stjórin í IT Factory hvarv í Dubai tann 27. november. Tað vísti seg, at hann var farin til USA, har hann gav seg yvir til løgregluna, eftir at donsku myndugleikarnir høvdu sóknast eftir honum ígjøgnum Interpol.

Danska ákæruvaldið vil vera við, at Stein Bagger hevur svikað fyri umleið eina milliard krónur.