Verður stjórin í fyritøkuni IT Factory dømdur sekur í so umfatandi sviki, sum danska ákæruvaldið sigur hann hava framt, kann hann vænta sær nógv ár handan rimarnar. Í Danmark kunnu fólk fáa fongsul í eitt ár og seks mánaðir fyri tað, sum verður rópt vanligt svik, men hesa greinina kemur málið við Stein Bagger ikki undir.
-Her er talan um so grovt svik, at Stein Bagger kann ákærast eftir greinini um grovt ella endurtikið svik, og so kann hann fáa upp í átta ára fongsul, sigur Søren Friis Hansen, professari, við danska kringvarpið.
Stein Bagger hvarv í Dubai í síðstu viku, og aftaná kom fram, at hann hevði svikað fyri í hvussu er 1,2 mia. krónur sum stjóri í felagnum IT Factory, og felagið fór á húsagang alt fyri eitt. Hann bleiv eftirlýstur ígjøgnum Interpol, og fyrrakvøldið kom hann sjálvur á eina løgreglustøð í Los Angeles. Haðani hava donsku myndugleikarnir fingið at vita, at maðurin verður sendur til Danmarkar sum skjótast.
Svikið hjá Stein Bagger hevur risastór tap við sær. Størsta einstaka missin eigur Danske Bank, sum ætlandi missir einar 350 milliónir krónur. Fleiri aðrir danskir bankar missa eisini pengar. Eisini fleiri privatpersónar missa nógvar pengar av svikinum og húsaganginum. Ein teirra er sjónleikarin og skemtarin Finn Nørbygaard, sum ætlandi missir alt, sum hann eigur.
Men málið við IT Factory fær væntandi ikki bara avleiðingar fyri stjóran. Fleiri eygleiðarar í Danmark siga, at málið avdúkar, at tað er neyðugt at broyta verandi lóggávu á ávísum økjum. Eitt nú er neyðugt at herða krøvini um virksemið hjá vinnufelagsnevndum og grannskoðaravirkjum, tí yvirhøvur er semja um, at bæði nevndin í IT Factory og grannskoðaravirkið hjá felagnum áttu at havt avdúkað svikið. Eygleiðararnir undrast eisini á, at Danske Bank ikki varnaðist, hvat var á vási.